Nú verður farið undir at gera regluligar kanningar at vita, hvussu rein luftin er.
Í hesum sambandi hava Umhvørvisstovan og Tórshavnar Kommuna sett tvær mátistøðir upp í Havn at kanna luftina regluliga.
Onnur mátistøðin er sett upp í Bøkjarabrekku, har tað er tættbygt og har nógv ferðsla er, bæði við bilum, bussum og fólki til gongu. Tað er mátistøðin á myndini.
Hin er sett upp í Havnardali. Har at kalla ongin ferðsla og tí gevur henda støðin eina ábending um natúrliga innihaldið av bitlum og aðrari dálking í luftini.
Umhvørvisstovan sigur, at bitlar í luftini kunnu hava keðilig árin á heilsustøðuna hjá fólki, serliga hjá teimum, sum hava astma og aðrar sjúkur í andaleiðini.
Natúrliga innihaldið av bitlum í luftini kunnu stava frá havinum, vøkstri og erosión.
- Eisini eldgos kunnu elva til luftdálking av ymiskum slagi. Tá Eyjafjallajökull goysti og legði Evropa lamið í 2010, bar ikki til at lýsa innihaldið av dálkandi evnum í Føroyum.
- Men hetta verður nú broytt, tí, eru langtborin luftdálkandi evni í Føroyum, fer hetta helst at síggjast í mátingunum á støðini í Havnardali, sigur Umhvørvisstovan.
|