Kanna møguleikan fyri bíligari fígging til sethús og virki

Nú skal endaliga greiða fáast á um tað loysir seg at fíggja sethús og virkisbygningar í Føroyum við bíligum, føroyskum realkredittlánum. Tað heldur fíggjarnevndin hjá Løgtinginum.

Sjálvstýrisflokkurin hevur lat uppskot fyri Løgtingið um at biðja landsstýrið kanna møguleikarnar fyri at tað skal bera til at útvega bíliga fígging til sethús og virkisbygningar við einum føroyskum realkreditti.

Flokkurin vil eisini hava, at landsstýrið skal smíða eina lóg um hetta og leggur hana fyri Løgtingið.

Fíggjarnevnin sigur, at ímeðan hon hevur viðgjørt málið, eru nógv ivamál komin undan kavi í sambandi við at stovna realkreditt í Føroyum.

Nevndin heldur tó, at málið er áhugavert og tí tekur undir við uppskotinum fyri at fáa endaliga greiði á málinum.

Tí heldur hon, at landsstýrið skal kanna málið og tað biðjur hon Løgtingið samtykkja.

Men nevndin vil kortini ikki binda landsstýrið til at leggja uppskot fyri Løgtingið um føroysk kredittlán.