Kanning: Hon hevur klárað seg líka væl sum Ternan

Strandferðslan hevur nú útvegað tøl fyri, hvussu ofta Erla Kongsdóttir, hevur avlýst

 

Síðani Erla Kongsdóttir varð sett í siglingina ímillum Havnina og Nólsoy tann 7. desember, hevur hon siglt líka regluliga, sum Ternan hevur. Tað sigur Strandferðslan, sum nú hevur gjørt tølini upp. Í hesum samband er kortini lagt upp fyri, at Erla Kongsdótti varð tikin úr sigling tann 11. desember, tí nakrir rútar brotnaðu og hon varð sett aftur í sigling tann 31. desember.

Síðani Ternan fór á beding tann 20. oktober, til 21. februar 2021, tá ið tølini vórðu gjørd upp, eru 129 dagar farnir og sambært ferðaætlanini hjá Ternuni hevði hon skula havt siglt tilsamans 1.418 túrar ímillum Havnina og Nólsoy í hesum tíðarskeiði. Her er talan um túrar hvønn vegin.

Men hesa tíðina eru sigldir tilsamans 1.820 túrar ímillum Havnina og Nólsoy og tað eru 402 túrar fleiri enn eftir ferðaætlanini hjá Ternuni. Tað eru í nógv mesta mun, Erla Kongsdóttir, Jósup og Hasfjord, sum hava siglt hesar túrarnar.

Strandferðslan sigur, at skipini hava siglt líka regluliga sum Ternan hevur siglt, tí fáir túrar eru avlýstir. Reglusemið hevur verið 94,6% við Erlu Kongsdóttir og 96,8% við Jósup. Til samanberingar, hevði Ternan eitt reglusemi á 94,6% í januar 2020, sigu Strandferðslan.

Erla Kongsdóttir hevur siglt 94 túrar um fjørðin um vikuna og tað eru 10 túrar fleiri um vikuna enn Ternan hevði siglt eftir ferðaætlanini. Frá 1. januar til og 23. februar hevur Erla Kongsdóttir røkt siglingina á leið 90, samstundis sum Hasfjord hevur gjørt farmatúrar eftir áheitan.

Erlu Kongsdóttir hevur siglt í 54 dagar í 2021. Hesa tíðina hevur siglingin onkuntíð verið tarnað av ringum veðri, men tann 11. februar vóru tveir túrar avlýstir orsakað av, at skipið fekk um skrúvuna. 

Annars avlýsti Erla Kongsdóttir túrar tann 8. januar, 9. januar, 15, januar, 16. januar, 11. februar, tá ið hon fekk um skrúvuna, 13. februar, 14. februar, 20. februar og 21. februar.

– Allar hesar dagar, uttan 8. januar, 15. januar og 11.februar, tá ið hon fekk um skrúvuna, vóru tað eisini onnur skip, sum avlýstu siglingina, og bussar, sum avlýstu koyringina.

Men tað eru eisini dagar, har Erla Kongsdóttir hevur siglt, hóast onnur skip hava avlýst. Tað hendi bæði 20. januar, 21. januar, 15. februar, 16. februar, 17. februar).

– Síðan 1. januar hevur Erla Kongsdóttir siglt 671 túrar av teimum 709 túrunum, hon skuldi sigla eftir ferðaætlanini og tað merkir, at reglusemið hevur verið 94,6 prosent. Strandferðslan sigur, at Erla Kongsdóttir hevur avlýst 38 túrar, harav tveir túrar vórðu avlýstir tá ið hon fekk um skrúvuna, sigur Strandferðslan.