Fólkaheilsuráðið ætlar nú, at maturin í føroysku kantinunum skal gerast heilsubetri.
Tí skipar Fólkaheilsuráðið fyri einum skeiðsdegi um heilsugóðan kantinumat í næsta mánaði.
Íblásturin til sunnari mat í kantinunum kring landið kemur frá serkønum fólkum.
- Vit fara at hoyra um nýggjastu rákini innan heilsu og mat frá donskum og føroyskum serfrøðingum. Harumframt hava vit fingið kokkin Mikkel Karstad at standa fyri verkstovu í køkinum, sigur Fólkaheilsuráðið.
Mikkel Karstad er at rokna sum fremsti danski kokkur á kantinuøkinum og er fyrrverandi michelinkokkur á eitt nú Kommandanten í Keypmannahavn.
Dagurin um heilsugóðan kantinumat verður tann 24 september.