Lítla oyggjaríkið, sum luttekur í HM fyri fyrstu ferð, spældi 0-0 móti Saudiarabia og tryggjaði sær annað plássið í bólkinum aftan fyri Spania.
Í 16-partsfinaluni bíðar tó ein sera torfør uppgáva, tí har verður verandi heimsmeistarin, Argentina, mótstøðulið.
– Vit eru errin av at vera komin so langt. Enn einaferð hava vit víst heiminum, at hóast vit eru eitt lítið land, so ber til at røkka stórum málum, segði landsliðsvenjarin Bubista sambært AFP.
Eisini miðvallarin Deroy Duarte hevði ilt við at fata bragdið.
– Eg kenni tað, sum livdi eg í einum dreymi. Nú skulu vit møta Argentina. Tað verður torført, men alt er møguligt, segði hann.
Kap Verde fekk trý stig í bólkaspælinum eftir javnleikir móti Spania, Uruguay og Saudiarabia. Eftir seinasta dystin fylgdu spælarar og venjarar á fartelefonunum við dystinum millum Spania og Uruguay, og stórur fagnaður var, tá greitt var, at úrslitið sendi Kap Verde víðari.










