Kappast ímóti sær sjálvum

Tað skal nógv til fyri at vinna heiðursmerki í triatlon, og tí fara føroysku luttakararnir fyrst og fremst at royna at fáa góðar persónligar tíðir

Triatlon er ein sera krevjandi ítróttargrein. Talan er um eitt bland av trimum ítróttargreinum, har tað verður kappast á longum teinum.
Tann olympiski teinurin fyri triatlon, sum eisini verður nýttur til Oyggjaleikirnar, er 1500 metrar svimjing, síðani 40 km. súkkling og at enda 10 km. renning.
Hetta krevur sín mann, men eisini kvinnur eru við í hesi ítróttargrein.
Føroyingar senda fýra mans og eina kvinnu avstað til Guernsey fyri at kappast í triatlon.
? Teir, sum vit kappast við, hava góðar umstøður at venja undir, og teir gera nógv við venjing og kappingar. Tí eru teir munandi betri enn vit, sigur Eyðtór Joensen, sum er ein av føroyskum triatlon-íðkarunum.
? Fyri okkum ræður um at fáa so góðar persónligar tíðir sum gjørligt. Vit koma kanska at liggja um tveir og ein hálvan tíma, meðan teir, sum vinna kappingina, vanliga liggja um tveir tímar.

Ein kapping
Fyri tveimum árum síðani hevði Gunnar Dahl-Olsen eina góða tíð. Hann brúkti umleið 2 tímar og eitt korter um krevjandi teinin, og hetta hevði við sær eitt pláss sum nummar 16.
Hetta vísir, at talan er um eina sera harða og krevjandi kapping, har tað veruliga skal nakað eyka til fyri at kom fram á heiðursmerkjapláss.
Luttkararnir í triatlon hava eina kappingardag, og tað er sunnudagurin. Tá skulu stívliga 50 kilometrar leggjast aftur um við svimjing, súkkling og renning, og tað er einasti kjansurin at gera vart við seg.

Luttakarar:
Eyðtór J. Joensen
Beinir Rasmussen
Gudmundur Joensen
Elisabeth Johannesen
Kári Simonsen