– Roknihátturin og niðurstøðan hjá Kappingarráðnum byggir á stórar grundleggjandi roknivillur, sum tíverri gera niðurstøðuna heilt skeiva, sigur BankNordi.
– BankNordik bjóðar bíligastu realkredittfígging í Føroyum, sum eisini er kappingarfør við donsku realkredittfíggingina.
Tað sigur BankNordik í svari til Kappingarráðið, sum í morgun almannakunngjørdi kanning, sum vísir, at bankarnir í Føroyum taka ov stór gjøld í sambandi við realkredittlán. Viðmerkingin hjá BankNordik er soljóðandi:
»Kappingarráðið metir, at realkredittbidragið í Føroyum átti at verið 1,0%-1,3%. Kanningin er long og áhugaverd, men roknihátturin og niðurstøðan byggir á stórar grundleggjandi roknivillur, sum tíverri ger niðurstøðuna heilt skeiva.
BankNordik bjóðar realkredittfígging í Føroyum við einum umsitingargjaldi (bidragi) í mun til lánsbrævarentuna á 1,5%. Ein kanning hjá Danske Bank vísir, at danskir realkredittstovnar taka millum 0,94% (Totalkredit) og 1,15% (Nordea) í bidragi fyri lán uttan avdrátt. BankNordik tekur sostatt 0,35% meiri fyri realkredittlán enn størsti bankin í Norðurlondum, Nordea.
Tað er ein greið orsøk til, at bidragið ikki kann verða tað sama í Føroyum sum í Danmark: BankNordik er ikki ein realkredittstovnur, men umboðar DLR og og veðheldur fyri lánunum. Hetta gevur BankNordik fylgjandi meirútreiðslur, sum kundin má gjalda afturat:
1) BankNordik hevur eitt myndugleikakrav um at hava 14-17% í eginkapitali/ábyrgdarláni fyri øll útlán. Av tí at realkredittlán bert verða roknað við eini vekt á 35%, og bankin harafturat bert veðhalda fyri 50% av lánunum, skulu vit halda eina eginogn/ábyrgdarlán á 14-17% av 17,5% - tvs. umleið 3%. Bankin hevur m.a. lænt henda pening sum ábyrgdarlán frá m.a. føroyskum uppspararum fyri 10% í rentu. Kapitalkravið av veðhaldinum kostar tí 0,3% í beinleiðis meirútreiðslum. Longu við hesum er bankin sostatt lutfalsliga á sama støði sum Nordea.
2) Veðhaldið merkir eisini, at bankin hevur meirútreiðslur til tap uppá skuldarar í mun til danskar bankar.
3) BankNordik skal rinda munandi meiri til DLR fyri at fáa teir at veita lán til lítla føroyska marknaðin í mun til tað, sum danskir bankar rinda.
4) Og umsitingin av lánunum er nógv dýrari fyri hvørt realkredittlán hjá bankanum orsaka av lítla føroyska marknaðinum. T.d. hevur bankin umleið somu útreiðslur av at umsita 10 ferðir so stóra upphædd í realkredditlánum á danska marknaðinum sum í Føroyum.
Kappingarráðið ger seg skyldugt í stórum roknivillum. Tey pástanda, at kapitalkravið hjá BankNordik er 3,21% í mun til veruliga kravið á 14-17%. Tí síggja tey stórt sæð onga útreiðslu av kapitalkravinum, sum jú kostar bankanum 0,3% av hvørjum láni í beinleiðis útreiðslum. Leggja vit hesa útreiðslu afturat páhaldinum hjá Kappingarráðnum um at bidragið eigur at vera 1,0-1,30%, so er umsitingargjaldið hjá BankNordik á 1,5% langt innanfyri intervallið hjá Kappingarráðnum. Í hoyringini hevur bankin ferð eftir ferð víst Kappingarráðnum á hesa villuna.
Herumframt setir Kappingarráðið ov lítið av til hinar omanfyrinevndu útreiðslur, samstundis sum Kappingarráðið tekur støði í lægri bidrøgum í Danmark enn feska kanningin hjá Danske Bank vísir.
BankNordik hevur strongt seg til tað ýtarsta fyri at bjóða føroyingum bílig realkedittlán. Tí er tað burturvið, tá Kappingarráðið pástendur, at prísurin skuldi verið lægri. Okkara meting er harafturímóti, at bankin ikki forvinnur meiri upp á føroysk realkredittlán í mun til í Danmark eftir at omanfyrinevndu útreiðslur eru frádrignar.
Vit mugu tí afturvísa niðurstøðuna í kanningini hjá Kappingarráðnum, at umsitingargjaldið á føroyskum realkredittlánum er ov høgt.«