? At hava góð dekk hevur er ein treyt fyri tryggari koyring - tí tað eru dekkini, sum eru bindiliðið millum vegin. vit koyra á, og bilin, sigur Fríðrikur Bláhamar, sum rekur Super Dekk í Havn.
Vitjanin frá Goodyear fyritøkuni í Danmark er komin í lag, tí leiðsluni hjá Goodyear dámar væl at koma út til ymsu forhandlararnar at vitja, samstundis sum teir eru sera áhugaðir í at tosa við myndugleikarnar um týdningin av dygdargóðum dekkum.
? Vit trúgva upp á, at tað hjálpir at tosa við fólk, og greiða frá granskingini innan dekkframleiðslu - aftur og aftur at fáa fólk at skilja týdningin av góðum dekkum, sigur aðalstjórin, Ole Brinkgaard Olsen.
? Og satt at siga, so haldi eg ikki, at fólk sum heild geva sær nóg nógv far um, hvussu týdningarmikið hetta í veruleikanum er. Fólk hava lyndi til at undirmeta hendan týdning. Eisini er útboðið so ómetaliga stórt, at tað er vónleyst hjá vanligum fólki at finna út av, hvat er júst tað dekkið, teimum treingir. Tí leggja vit so ómetaliga stóran týdning í, at okkara fólk er vælútbúgvið, og tískil kann greiða fólki frá hesum
Koyra kapp um Christiansborg
Eitt av tiltøkunum, sum Goodyear í Danmark luttekur í í sambandi við 100 ára haldið, er kappkoyringin, sum anna sunnudag verður um Christiansborg.
? Ja, tað ljóðar løgið, men myndugleikarnir hava givið loyvi til, at 350 tons av hálmi verða nýtt sum girðing kring Christiansborg ein heilan leygardag, meðan skipað verður fyri kappkoyring við eldri sportbilum - við luttøku úr øllum Evropa.
Tað er aðru ferð, at skipað verður fyri slíkum tiltaki - fyrru ferð var í samband við Kulturby 96, sum var í Keypmannahavn fyri tveimum árum síðani.
Tað er kortini ikki Goodyear, sum er fyrireikari, men Historisk Motorsport. Goodyear er sponsor, sigur Ole Brinkgaard Olsen.