Kappkoyring: Ferrari fekk viðhald í kæruni

Spenningur er brádliga komin í aftur kappingina um at gerast meistari í kappkoyringini yvir øllum, nevniliga formel 1 klassanum. Ferrari fekk viðhald í kæru síni

Tað er av álvara komin spenningur í Formel 1 kappkoyringina eftir at FIA, sum er altjóða kappkoyringarsamgongan, gav Ferrari viðhald í kæruni eftir kappkoyringina í Malaysia seinasta vikuskiftið.


Eftir kappkoyringina í Malaysia varð komið eftir, at veingirnir á bilunum hjá Ferrari vóru 10 millimetrar longri enn reglurnar loyvdu, og tí var avgjørt, at báðir bilarnir hjá Ferrari skuldu diskvalifiserast.


Hetta vildi Ferrari ikki lata sær lynda, og teir kærdu dómin fyri dómsnevnd FIA's, sum hevði fund um málið fyrrapartin leygardagin. Úrslitið, sum teir fimm óheftu dómararnir komu til var, at Ferrari ikki hevði forbrotið seg móti teknisku reglunum hjá FIA, og at teir tí vóru diskvalifiseraði av órøttum.


Dómsnevndin segði, at frávikið á »Barge Board« var minni enn 5 mm, og tað er í samsvari við reglugerðina hjá FIA. Er frávikið størri enn 5 mm, er støðan ein onnur, og tá kunnu bilførararnir verða diskvalifiseraðir.


Í kæru síni gjørdi Ferrari eisini vart við, at uppmátingin, sum var gjørd í Malaysia, ikki var gjørd í samsvari við reglugerðina, og tí ikki kundi brúkast sum grundarlag. Hesum fekk Ferrari viðhald í, tí dómsnevndin sigur í úrskurði sínum, at uppmátingin var gjørd á ein hátt, sum ikki var rættur.


At enda í dóminum staðfestur dómsnevndin hjá FIA, at útgerðin, sum teir sum gjørdu kanningina brúktu, var ikki nóg neyv til at kunna sáa iva um tað sum mekanikararnir hjá Ferrari søgdu.


Avgerðin hjá dómsnevndini hevur við sær, at bretin Eddie Irvine, sum vann kappkoyringina í Malaysia, og týskarin Michael Schumacher, sum

gjørdist nummar tvey, fáa pláss síni - og stigini - aftur.


Avgerðin hjá FIA hevur við sær, at kappingin um ársins meistaraheitið í Formel 1 er púra opin aftur, kortini við Eddie Irvine sum besta boði upp á ein meistara. Hann hevur eftir at sigurin í Malaysia varð viðurkendur neviliga 70 stig, meðan finnin Mikka Häkkinen hevur 66 stig. Hevði dómurin staðið við hevði Mikka Häkkinen havt ein fyrimun upp á ikki minni enn 12 stig, og hevði so at siga verið ómøguligur at fingið hendur á aftur.


Fyrimunurin hjá bretanum Eddie Irvine ger, at hann, fyri fyrstu ferð í tjúgu ár, kann koyra eitt heimsmeistaraheitið "heim" til Ferrari. Seinasta meistaraheitið hjá Ferrari vann Suðurafrikanarin Jody Scheckter, tá hann vann kappingina í italska bilinum í 1979.


Støðan í heimsmeistarakappingini í Formel 1 bólkinum áðrenn 16. og seinasta umfar á Suzuka breytini í Japan er henda:


1. Eddie Irvine, Bretland, Ferrari, 70 stig

2. Mika Häkkinen, Finnland, McLaren, 66 stig

3. Heinz-Harald Frantzen, Týskland, Jordan, 51 stig

4. David Coulthard, Bretland, McLaren, 48 stig

5. Michael Schumacher, Týskland, Ferrari, 38 stig

6. Ralf Schumacher, Týskland, Williams, 33 stig