Suðringurin vann í Klaksvík leygardagin, og Royndin Fríða vann í Klaksvík leygardagin. Suðuroyingarnir stórfegnast um fínu kappróðrarúrslitini, og tað sást væl, tá ið Smyril leygarkvøldið legði at á Karmbartanga. Tá ið bátarnir komu í land, fór Royndin Fríða til Vágs, og Suðringur fór yvir um fjørðin til Tvøroyrar. Bilrøðirnar vóru sum í sambandi við nýggjárshaldini. Kappróðraráhugin er so stórur í Suðuroy sum ongantíð áður, og tey har suðuri fegnast um, at samansettu manningarnar úr allari oynni vísa, hvussu gagnligt tað er, tá ið øll oyggin stendur saman í kappingini ímóti hinum, sum fegnir vilja vinna.
Ongar royndir
Bjarni Hammer á Tvøroyri er venjari og formaður umborð á Suðringi. Hann heldur fyri, at hetta var stuttligt, tí tað munnu vera nógv ár síðani, at eitt 10-mannafar har suðuri frá vann á Norðoyastevnu. Vit siga honum, at tað eru 26 ár síðani. Tvørabáturin vann í Klaksvík í 1987 og í 1980, og Vágbingur vann í Klaksvík í 1979. Nú vóru tað vágbingar og tvøramenn, sum í felag settu bæði klaksvíkingar og havnarmenn upp á pláss. Tað fegnast Bjarni Hammer sjálvandi um. Hann er 39 ára gamal og so rudduligur aldursforseti umborð. Tveir eru 19 ára gamlir, og hinir eru í 20unum.
-Kenslan av at vinna var framúr. Vit fóru undir hesa felags verkætlanina her suðuri í fjør. Tá høvdu vit so at siga ongar royndir at rógva í 10-mannafari og ongar royndir at rógva 2000 metrar. Vit royndu tað, sum vit hildu vera best, og vit skiftu ímillum frá einari stevnu og til tað næstu. Í ár hava vit lagt eina miðvísa ætlan. Avrikið leygardagin vísti, at hon kann bera á 1500 metra teininum. Um tvær vikur, tá ið vit fara at kappast á Sundalagsstevnuni, fáa vit at síggja, hvussu tað verður á 2000 metra teininum. Vit eru øgiliga spentir, og vit vita, at kappingin verður stór, tí klaksvíkingar hava so ofta víst, at teir eru serfrøðingar á langa teininum, sigur Bjarni Hammer.
Hvussu upplivdi tú kappingina við Klaksvíking og Havnarbátin?
-Vit fingu góðan start, men so mistu vit eitt sindur. Sjálvur siti eg í stýriborði á lærinum, so eina fitta løtu hevði eg ikki nakra kenslu av, hvussu tað stóð til. Men tá ið vit fóru inn um 1000 metra málið, hómaði eg í eygnakrókunum hinar bátarnar. Tá høvdu hinir sjálvandi sæð tað sama, og sovorðið gevur eyka orku.
Kendi tú tykkum hóttar í endaspurtinum?
-Klaksvíkingar hava so ofta víst, at teir eru óførir í endaspurtinum, men hesa ferð høvdu vit orduliga gott tak á tí, og tá ið vit fóru um málið, var munurin aftur til báðar kappingarneytarnar ein bátslongd, so tað var fínt.
Putlispælið
Bjarni Hammer hevur tvey tey seinastu árini arbeitt stútt og støðugt við at finna fólkið, sum tímir og evnar at kappast og harvið at skapa fyritreytir fyri at vinna.
-Í ár hava vit lagt dent á, at vit skulu venja her suðuri. Tað krevur nógv at vera kapprógvari, men um tú hevur hug og orku og verður partur av manningini, so er tað góð kensla. Her er einki við at sita á beinkinum alla tíðina. Allir eru bókstaviliga í sama báti.
Hvussu leingi hava tit vant?
-Vit vandu hvønn dag í páskafrítíðini, og nú eru tað tríggjar vikur síðani, at vit fóru í bátin, og síðani hava vit vant nógv, miðvíst og regluliga.
Bjarni Hammer lýsir væl, hvussu torfør avbjóðingin er at fáa tingini at ganga upp:
-Tað eru bara tvær vikur síðani, at síðsti maðurin kom umborð. Hann loysti ein elektrikara av, sum fór til Noregs at arbeiða. Sjálvandi er hann ikki í fullgóðari venjing enn, men hann er væl fyri, og hann verður sjálvandi betri fyri. Og so er tað ein, sum lesur niðri. Hann var heima á páskum, og nú eru tríggjar vikur síðani, at hann kom heim aftur. Hann skal til onkrar próvtøkur. Í staðin fyri at hann fer niður til próvtøkurnar, so hava vit skipað soleiðis fyri, at hann fer til próvtøku í Føroyum.
Framtíðin
Tá ið stóri fagnaðurin í neystinum á Tvøroyri var av leygarkvøldið, fóru fleiri av rógvarunum suður til Vágs. Har var ikki minni rómur, tí Royndin Fríða vann eisini í Klaksvík.
Royndin Fríða var í sera tættari kapping við Drekan, Jallin og Fípuna Føgru. Tað vil siga suðuroyingar ímóti havnarmonnum og klaksvíkingum. Og eisini í hesi kappingini endaðu suðuroyingarnir omaná. Fýra eru úr Vági, tveir eru av Tvøroyri, og stýrimaðurin er úr Hovi.
-Fleiri av hesum hava róð í fleiri ár. Í fjør vóru teir nummar fimm onkra ferðina og fleiri ferðir nummar seks og aftastir. Teir góvu ikki skarvin yvir. Teir hava kent rákan av, hvussu hugaligt og spennandi tað er at rógva kapp, og nú eydnaðist tað teimum at vinna. Tað var fantastiskt, og tað eigur at borga fyri, at tað eisini í framtíðini fer at vignast væl hjá okkum, heldur Bjarni Hammer.
Í kassa
Vinnarar á Norðoyastevnu og FM vinnarar
Er tað nakað samband millum at vinna á Norðoyastevnu og FM vinnaran. Um tveir mánaðir fæst at síggja, um Suðringur fer at megna at vinna FM.
Síðani 2000 hava trettan FM kappingar verið. Í kappingini millum 10-mannaførini hevur vinnarin á Norðoyastevnu átta ferðir eisini vunnið FM heitið, og fimm ferðir hevur annar bátur enn tann, sum vann í Klaksvík, vunnið FM heitið.
ÁR NS FM
2000 Vestmenningur Vestmenningur
2001 Havnarbáturin Havnarbáturin
2002 Eysturoyingur Eysturoyingur
2003 Havnarbáturin Eysturoyingur
2004 Havnarbáturin Havnarbáturin
2005 Nólsoyingur Eysturoyingur
2006 Eysturoyingur Klaksvíkingur
2007 Eysturoyingur Eysturoyingur
2008 Ormurin Havnarbáturin
2009 Eysturoyingur Klaksvíkingur
2010 Eysturoyingur Eysturoyingur
2011 Klaksvíkingur Klaksvíkingur
2012 Klaksvíkingur Klaksvíkingur
2013 Suðuroyingur