31 bátar høvdu melda til kappsiglingina, og av teimum startaðu teir 30. Líkindini at sigla vóru ikki av teim bestu bert eini 3-5 sek/m av landsynningi eystri við nøkunlunda jøvnum vindi inn um Saltnes, men síðani lá hann ójavnur longri inni á fjørðinum.
Hetta gjørdi at menn máttu sigla uppaftur, summir enntá fleiri ferð, fyri at koma nóg langt eystur fyri at koma inn um málboyurnar. Her fingu menn rættiliga roynt seg at skáksigla. 25 bátar komu um mál, meðan fimm góvu skarvin yvir.
Tríggir tímar
Tað tók umleið tríggjar tímar frá tí at byrjað var útfyri vitanum á Nesi, til tann seinasti báturin fór um mál.
Aftná varð sum vant bjóða siglarunum kaffi og pannukøkur í matarhøllini á Fiskavirking í Runavík, har steypini eisini blivu handað.
Tríggir teir fyrstu, s/b Hoyvíksbáturin og s/b Leivur, fingu steyp til ognar. Harumframt fekk nr. 1 s/b Búgvin ferðasteyp í varðveitslu.
Hetta var samstundis seinsta kappsiglingin í ár, og nýtir áhugafelagið »Seglið« hesa sum eitt slag av »finalu« og handaðu teir fleiri steyp í hesum sambandi, sum teir uttan iva koma at greiða nærri frá.
Lions Club Eysturoy takkar hjartaliga øllum luttakarunum fyri áhugan og ynskir øllum blíðan byr.
Úrslitið av kappsiglingini á Skálafirði 17. august 2003, sum Lions Club Eysturoy skipaði fyri var hetta:
BátanavnBátaeigari
Á mál sum
nr. 1 s/b Búgvin Per Mikkelsen, Strendur
nr. 2 s/b HoyvíksbáturinEgil Simonsen, Hoyvík
nr. 3 s/b LeivurBjarni Petersen, Kollafjørð
nr. 4 s/b NónAgnar Olsen, Hósvík
nr. 5 s/b MiðgerðEmil Petersen, Kollafjørð
nr. 6 s/b VinurÓli Mikkelsen, Tórshavn
nr. 7 s/b MalliOddmar Joensen, Kollafjørð
nr. 8 s/b GuriðJón Rasmussen, Saltangará
nr. 9 s/b EyðAtli Leitisstein, Runavík
nr. 10 s/b TernanKári Borgarklett, Hósvík
nr. 11 s/b FalkurinKári Hansen, Strendur
nr. 12 s/b OliviaJóan J. Andreassen, Kollafj.
nr. 13 s/b KollsteinurMikkjal Hansen, Hósvík
nr. 14 s/b JensabáturTormund Hansen, Nólsoy
nr. 15 s/b ByrgishamarMagnus Fr. Petersen, Kollafj.
nr. 16 s/b EyðbjørgSámal Petur Lervig, Skála
nr. 17 s/b SvanurJohn Mikkelsen, Skála
nr. 18 s/b BáranHaraldur Kjeld, Saltnes
nr. 19 s/b SildinJónsvein Mikkelsen, Toftir
nr. 20 s/b MiaBárur Nielsen, Saltangará
nr. 21 s/b Niels í NesinumAlfred Gullbein,Tórshanv
nr. 22 s/b DúgvanRodmund Nielsen, Glyvrar
nr. 23 s/b HelgaKaj Johannesen, Kaldbak
nr. 24 s/b GjáarbáturinJanus Petersen, Kollafjørð
nr. 25 s/b GóðadalsbáturinJonhard á Marknagarði, Saltangará