Tað er niðurstøðan – sæð við føroyskum brillum – nú White Guide í kvøld hevur heiðrað matstovuvinnuna í danska kongaríkinum á gallatiltaki.
Har fekk eitt nú Karin Visth, matstovuleiðari á Ræst, heiðurin 'Ársins Jan Restorff', sum er ein virðsløn fyri góða tænastu, sum fyri nøkrum árum síðani varð uppkallað eftir kenda føroyska matstovuleiðaranum á Søllerød Kro, Jan Restorff, sum doyði í august í ár.
Á tiltakinum hjá White Guide skuldu eisini bestu matstovurnar í ríkinum finnast. Í uppskoti var føroyska matstovan Ræst, sum endaði á einum 6. plássi.
Besta matstova í danska kongaríkinum 2025 gjørdist Alchemist.
Har verður sagt, at Rasmus Munk hevur við Alchemist »skabt en restaurant, der både byder på velsmag, eftertanke og oplevelse – eksekveret til perfektion med de bedste råvarer, vine og et topprofessionelt personale«.
Alchemist fekk heiðurin sum árins besta danska matstova í Danmark við 39 stigum út av 40 fyri matin og 99 út av 100 fyri heildaruppliving.
##med2##
Hinar matstovurnar á topp 10 listanum hjá White Guide eru:
2. Noma við 39/98
3 Kadeau Kbh. og Jordnær við 38/97
5. Geranium við 38/96
6. Koan og Ræst við 38/94
8. AOC, Frederikshøj og Lyst við 37/95
Um White Guide:
White Guide er ein svensk gude við ummælum og tilmælum um 800 matstovur í Svøríki. Hon kom fyrstu ferð út í 2005, eftir samanlegging millum guidirnar Vägarnas Bästa og Gourmet 199 Borde.
Síðani 2013 er hon eisini givin út í Danmark, og í 2014 kom ensktmælta útgávan av White Gudie Nordic við teimum 300 bestu matstovunum í Svøríki, Danmark, Noreg, Finnlandi, Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Estlandi.
Guidin kemur á hvørjum ári sum bók og sum app.












