Karla Gaard 70

Tá ið kirkjubøkurnar mega haldast at vera eftirfarandi, so kemst ikki undan veruleikanum. Í dag fyllir Karla Gaard sjeyti ár, hóast fáur hevði hildið tað, visti hann ikki betur. Karla er slektað av Oyri í Eysturoy, og hevur meginpartin av sínum vaksna lívi verið búsitandi í høvuðsstaðnum.

Í desember mánaða hevur hon starvast hjá Løgtinginum í trýati ár. Hevur vaska Gamla Apotek, har flokkarnir halda til tá ið tingfundir ikki eru og hevur gingið politikarunum til handa tá nevndarfundir o.a. hava verið á skrá, m.a. við at gera kaffi og borðreiða við tí sum neyðugt hevur verið. Hartil er hon vorðin so implementerað í hetta umhvørvið, eitt slag av eini reservamammu hjá fleiri, serliga tingmonnum av bygd, at hevur tørvur verið á at stoppa einar hálvhosur, fest ein leysan knapp í skjúrtuni ella at bøtt eitt skrædl í brókunum, so hevur tað ongantíð staðið á hjálpini frá Karlu.
 
Øll sum virka í politisku skipanini hava góð viðurskifti við Karlu. Hon er voðin eitt møblimang, sum ikki slepst uttanum, og hon sigur sigur sína meining ekkaleys. Hon ræðist ongan. Hvør fær sítt, líkamikið hvar hann ella hon stendur á politiska ratinglistanum. Ongin ivi er um, at hesi fólkini, sum oftani hava lyndið til at fara upp frá, hava gott av at hava ein bulldozara sum Karlu ímillum sín, hon umboðar meinigu hugsanina, fótfólkið, í umhvørvinum, og megnar við síni hvøssu tungu, og eirindaleysa bersøgni og hóast tað fryntliga verumáta, at hála alt uppgjørt niður á jørðina aftur, hvørja ferð onkur hevur hug at lætta sær á í politiskum ovfarakæti.
 
Í morgun var morgunmatur á Gamla Apoteki. Floksskrivararnir hjá teimum fýra stóru flokkunum vóru komnir og hartil politisk umboð fyri flokkarnar. Vilhelm Johannessen, Óli Breckmann, Tórbjørn Jacobsen og Kaj Leo Johannessen. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, vitjaði eisini á gátt, og handaði Karlu eitt blómutyssi frá útinnandi valdinum í Tinganesi. Umgird av blómum og gávum hugnaði hon sær saman við teimum møttu, sum ivaleyst høvdu verið nakað nógv fleiri, um tingfundur annars hevði verið hildin í dag. Hesi mundu tó røkka henni á annan hátt, tí tað læt úr fartelefonini at kalla alla tíðina.

Øll sum virka í skipanini hava eitt brennandi ynski um, at Karla ikki letur seg fella av aldursmarkinum, men heldur fram so leingi virkisorkan heldur til, at hava við so stríggin fólk at gera. Hon er vorðin eitt “must” á Apotekinum, og trupult verður at finna ein avloysara, sum megnar allar fasettirnar, sum hon so smidliga hevur peila seg inn á og yvirkemur so væl.
 
Nú politikararnir hava slept henni í dag, fer hon væntandi at halda ein góðan dag saman við manninum Per og døtrunum báðum. Hjartaliga tillukku Karla.
 
ti