Karla giftist við Símuni Hansen, sum var ættaður av Toftum. Símun var við til at seta Føroya Banka á stovn í Saltangará, hann var stjóri í Lynfrost, og so seldi hann tunnur til sildaflotan í 60'unum.
Saman fingu tey 6 børn: Jóannes S. Hansen, Sannu Højgaard, Andreas Hansen (d. 31.12.58), Kristinu Háberg (d. 06.09.84), Andriásu Símunardóttir og Káru Løkin.
Símun andaðist í 1968, bert 45 ára gamal, tá ið Karla var 42 ára gomul og sat eftir við 5 børnum.
Karla er ein sera fittlig og hugnalig kvinna at koma á gott hjá. Hon eigur altíð okkurt heimabakað, og hon veit altíð okkurt at fortelja. Hon fylgir væl við øllum, sum fer fram í samfelagnum.
Eisini er Karla sera ung í sinninum. Tað merkist ikki, at hon er ein kvinna, ið gongur ímóti teimum 90. Henni dámar væl, tá ið øll familjan er samlað rundan um hana. Hóast tað er larmur og órógv, so heldur hon bara, at tað er deiligt.
Eitt, sum eisini eyðkennir Karlu er, at hóast hon er einsamøll heima, so hevur hon altíð eitt livandi ljós tendrað, sum fjálgar um hana.
Tey seinastu 25 árini hevur Karla búð í Grannatúni, men fyri stuttum flutti hon í nýggja íbúð úti í Runavíkini.
Gerandisdagurin hjá Karlu fer við at passa tey yngstu ommubørnini, stákast uttanfyri við ymiskt, og so er hon dagliga í dagtilhaldinum Nón, sum hon bara hevur gott at bera.
Karla bakar, og hon hevur altíð okkurt á stokkunum. Eisini hevur hon í mong ár, saman við øðrum kvinnum, verið sera trúføst at pakka klæðir til børn og vaksin í Rumenien. Somuleiðis hevur Karla altíð verið trúføst í samkomuni í Berøa í Saltangará.
Føðingardagin heldur Karla týsdagin 6. september frá klokkan 17 í hølunum hjá eldrafelagnum Nón, har øll eru vælkomin at heilsa uppá hana.
EM