Karlot vil hava Teistan aftur á Nólsoyarleiðina

- Vit vilja eisini hava fleiri túrar um fjørðin, so tað verður livandi hjá barnafamiljum og øðrum, soleiðis at Nólsoy aftur kann mennast, sigur løgtingsmaðurin

 

Nú vit eru komin inn í nýggja árið, og løgtingsmaðurin, Karlot Hergeirsson, hyggur í bakspeglið, heldur hann, at dagførda fosturtøkulógin er eitt av málunum, sum hann fegnast um.

 

- At eg var ein aktivur partur av tilgongdini, ger bara hendingina og samtyktina enn betur. Tað, sum eg eri minni fegin um, er væntaða hallið á løgtingsfíggjarlógini, sum eftir mínum tykki er ríkiliga stórt.

 

Á privatu síðuni fegnast Karlot Hergeirsson um, at øll fýra abbabørnini eru flutt heim til Føroya.

 

- Keðilig ting á privatu síðuni eru, at ólekilig sjúka í nær í familjuni, og at aldursrelateraðar sjúkur hjá foreldrum og verforeldrum gerast týðiligari, sum tíðin gongur.

 

Eitt av ynskjunum hjá løgtingsmanninum í byrjanini av árinum er, at Teistin kemur aftur at sigla á Nólsoyarleiðini.

 

- Vit vilja eisini hava fleiri túrar, so her verður livandi hjá barnafamiljum og øðrum - og at Nólsoy aftur kann mennast.

 

Og um ynskini annars fyri nýggja árið, sigur Karlot Hergeirsson soleiðis:

 

- Eg ynski at missa nøkur pund, røra meg meira - og ja, kanska eisini sloppið av við tubbakið, sigur hann, nú fyrstu dagarnir eru lagdir aftur um í nýggja árinum.