Tað er hált er um alt landið

Tað eru ring koyrilíkindir á Sandoynni. Tað er ikki koyrandi á Kalsoynni. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum í løtuni

Tað sigur Landsverk um koyrilíkindini. Nógv avfall er komið niður, men Landsverk hevur allar maskinur úti, sigur Árni Jacobsen, deildareiðari við Kringvarpið. Hann sigur annars, at tað sær hampuligt út ring landið. Men um støðuna seinni í kvøld sigur hann, at tað veldst um, um meira avfall kemur niður.

 

Um koyrlíkindini annars sigur Landsverk soleiðis:

 

Kl 15:30

 

  • Dalavegur til Viðareiðis  - kl. 15:41 Roknast kann við hálku
  • Klaksvík, Gerðabøur - kl. 15:55 Roknast kann við hálku
  • Gjáarskarð - kl. 15:50 Roknast kann við hálku
  • Kambsdalur - kl. 15:35 Roknast kann við hálku
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 15:35 Roknast kann við hálku
  • Runavík - kl. 15:55 Roknast kann við hálku
  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 15:49 Roknast kann við hálku
  • Streymnes - kl. 15:55 Roknast kann við hálku
  • Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 15:43 Roknast kann við hálku
  • Høgareyn - kl. 16:04 Roknast kann við hálku
  • Vatnsoyrar - kl. 15:55 Roknast kann við hálku
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 15:30 Roknast kann við hálku
  • Sund - kl. 15:30 Roknast kann við hálku
  • við Velbastaðháls - kl. 15:55 Roknast kann við hálku
  • Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 15:55 Roknast kann við hálku