Sáttmálasamráðingar
? Hetta er ein níðingsgerð ímóti arbeiðarafeløgunum.
IngeborgVinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, hevur tikið tað tað rættiliga illa upp, at Karsten Hansen nú noktar at góðkenna sáttmálan, sum herfyri varð gjørdur ímillum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Ingeborg Vinther sigur, at arbeiðarafeløgini hava ikki enn havt stundir at kanna málið.
Men tað, sum Karsten Hansen hevur ført fram, skal ikki sleppa at fara afturvið boðinum óátalað og tí fara arbeiðarafeløgini at viðgera støðuna og so fara tey at svara landsstýrismanninum aftur.
Tey fara at geva honum greitt svar uppá fráboðanina um, at hann ikki vil góðkenna sáttmálan við maskinmeistararnar ha SEV.
Men tey fara eisini at geva honum greitt svar uppá tað, hann førir fram um, at skattalættin, sum er settur í verk, eigur at føra til lagaligari lønarkrøv.
Bara fyri at gera fortreð
Sáttmálin gevur maskinmeistarunum hjá SEV góð 10% í lønarhækking tey bæði næstu árini og tað heldur Karsten Hansen er ov mikið.
Hann heldur, at skattalættin eigur at føra til lægri lønarkrøv og tí skal lønarhækkingin verða minni enn so, heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
?Hetta er bara fyri at gera arbeiðarafeløgunum fortreð, nú okkara samráðingar við arbeiðsgevararnar eru, sigur Ingeborg Vinther.
Hon spyr, hvussu tað ber til at Karsten Hansen ikki kemur við fráboðani um, at hann ikki vil góðkenna sáttmálan við maskinmeistararnar hjá SEV, fyrrenn nú arbeiðarafeløgini hava lagt síni krøv fram, hóast sáttmálin hjá SEV hevur verið í gildið í tveir mánaðir.
? Hetta verður ikki góðtikið tí tað er bara gjørt at órógva okkara samráðingar, sigur hon.
Og hon ger samstundis púra greitt, at hetta fer ikki á nakran hátt at ávirka lønarkrøvini hjá arbeiðarafeløgunum tað allarminsta, at landsstýrismaðurin nú ætlar at kolldøma sáttmálan hjá maskinmeistarafelagnum.
?Krøvini eru sett fram og tey eru tey somu, sigur Ingeborg Vinther.
Hon heldur, at tað er nógv fyri, at Karsten Hansen nú kemur sum ketta upp úr høvdatrogi og órogvar samráðingarnar sum eru.
?Skattalættin gevur ikki nær í námind av tí, sum landsstýrismaðurin førir fram. Samstundis eru tað tær hægru lønirnar, sum fáa tann størsta skattalættan, og tað fara vit at vísa á í okkara aftursvari til Karsten Hansen, sigur Ingeborg Vinther.
Samstundis hava tinglimir hesi bæði seinastu árini fingið eina lønarhækking upp á næstan 2700 krónur um mánaðin, umframt at viðbótin er hækkað.
Harafturat fáa teir 2.000 um mánaðin skattafrítt til ymsar útreiðslur, umframt endurgjald fyri at ferðast av bygd til Havnar og tað er heilt upp í 90.000 skattafrítt um árið, alt eftir, hvar í landinum, tinglimurin býr.
? Hvussu kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum áleggja arbeiðsfólki at halda aftur í lønarkrøvunum, samstundis sum hansara egnu løgtingslimir fáa so stóra lønarhækking og allar aðrar sømdir, sum her er talan um, spyr IngebvorgVinther.
Vit halda okkum til sáttmálan
Maskinmeistarafelagið hevur ikki stórvegis viðmerkingar, nú Karsten Hansen ikki vil góðkenna sáttmálan, sum SEV hevur gjørt við maskinkmeistarafelagið.
Jógvan Nybo, formaður í maskinmeistarafelagnum, sigur, at felagið hevur onga fráboðan fingið um, at sáttmnálin ikki verður góðtikin.
Hann sigur, at felagið hevur gjørt ein sáttmála, og honum hava maskinmeistararnir hjá SEV fingið løn eftir í tveir mánaðir.
?Vit ganga eisini út frá, at avtalan, vit hava gjørt, verður hildin, sigur hann í stuttari viðmerking.
Spurdur um tað er hugsandi, at maskinmeistarafelagið fer at samráðast um sáttnála einaferð afturat, sigur Jógvan Nybo, at tað fær hann onki sagt um og tað tekur felagið ikki støðu til, fyrrenn fráboðan kemur um, at sáttmálin ikki verður góðkendur.