Karsten Hansen stillar uppaftur

Allir býráðslimirnir hjá Tjóðveldisflokkinum í Klaksvík stilla uppaftur á valinum í heyst

Klaksvík: Nú tykist tað verða greitt, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, stillar uppaftur til býráðsvalið í Klaksvík í heyst. Og tað gera hinir býráðslimirnir hjá Tjóðveldisflokkinum eisini.

Mánadagin varð fyrsti uppstillingarfundur hjá Tjóðveldisflokkinum í Klaksvík, og á hesum fundi boðaði Karsten Hansen frá, at hann varð sinnaður at stilla uppaftur.

Karsten Hansen var fyrstvaldur á Tjóðveldislistanum á seinasta býráðsvalinum. Hann hevur sitið í býráðnum í Klaksvík síðani 1989 og var varaborgarstjóri frá 1993 til hann gjørdist landsstýrismaður í fíggjarmálum fyri stívliga tveimum árum síðani.


Ivaðist

Karsten Hansen hevur ivast í, um hann skuldi stilla upp til býráðsvalið aftur, nú hann er landsstýrismaðurin og verður sitandi í hvussu so er í hálvtannað ár afturat um alt gongst sum ætlað. Hesa tíðina kann hann ikki røkja býráðsessin í Klaksvík.

Men Karsten Hansen hevur ført fram, at hann framvegis hevur stóran áhuga fyri býráðspolitikki, og tað hevur fingið hann at stilla uppaftur.

Umframt Karsten Hansen var Steinbjørn Jacobsen eisini valdur í býráðið seinast. Hann stillar uppaftur, og tað ger varamaðurin hjá Karsteni, Hergerð Joensen, eisini. Næsti uppstillingarfundurin hjá Tjóðveldisflokkinum verður seinni í mánaðinum.