Dupultskattur
? Veruleikin er, at bretar hava ikki viljað havt eina dupultskattaavtalu við Føroyar. Men føroyingar mugu ikki vera so undirbrotligir, at tað tað verður fullkomiliga óneyðugt hjá bretum at gera eina dupultskattaavtalu við okkum.
Tað sigur gamli landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen.
Tað var hann sum byrjaði arbeiðið at fáa eina dupultskattaavtalu við bretar.
? Men tá ið tað kom til stykkis, vóru teir kortini ikki sinnaðir at gera eina slíka avtalu.
Ein dupultskattaavtala ímillum Føroyar og Bretland er aftur komin á breddan.
At ongin slík avtala er, darvar oljuvinnuni í Føroyum illa, tí, sum er, skulu bretar, sum koma higar, at arbeiða í styttri tíð, betala skatt í Føroyum, umframt at betala skatt í Bretlandi.
Tað merkir, at ein breti, sum kemur til Føroyar á fund í ein dag, skal betala skatt í Føroyum og tað hevur ført til, at nógvir fundir verða lagdir uttanlands ístaðin.
Hetta er ein tvørleiki, sum oljuvinnan er altráð eftir at koma til lívs.
Mugu ikki leggja okkum flatar
Karsten Hansen, sum arbeiddi nógv við avtaluni í síni tíð í Fíggjarmálaráðnum, sigur fyri tað fyrsta at bretar, sum koma higar á fund í ein dag, verða ikki skattaðir, tí tað er ómøguligt at rokna inntøkuna út.
Annars var tann regla galdandi, at bretar kundu arbeiða í Føroyum í 30 dagar, uttan at rinda skatt her.
Men tann reglan var ikki í samsvari við skattalógina og tí vað hon avtikin.
Og Karsten Hansen ávarar føroyskar myndugleikar ímóti at leggja seg flatar fyri bretum í hesum sambandi.
? Vit eiga at vera sera varin við at gera serskipanir fyri bretskar oljustarvsfólk í Føroyum, tí so hava Bretar ikki brúk fyri eini dupultskattaavtalu.
? Føroyingar, sum fara til Bretlands at arbeiða, skulu eisini betala skatt har.
Í løtuni er ikki so nógv virksemi í Føroyum, men tað kann koma.
? Fara vit at gera serskipanir fyri at sleppa bretum í Føroyum undan skatti, hava vit spælt okkum øll kort av hondum. So hava bretar als ikki brúk fyri eini slíkari avtalu, tí teir fáa allar sømdir kortini.
? Vilja bretar ikki hava eina dupultskattaavtalu, er ikki so nógv at gera.
? Gamli Landsstýrismaðurin sigur, at vit mugu halda uppat at vera so undirbrotligir, at vit so fara at gera serskipanir fyri bretar fyri at tekkjast oljuvinnuni.
? Tá ið tann dagur kemur, tá ið vit skulu samráðast um eina dupultskattaavtalu, mugu vit hava nakað at handla við og at lata av, fyri at fáa eina slíka avtalu.
Karsten Hansen sigur, at orsøkin til, at Bretar ikki vilja hava eina dupulstskattaavtalu, er, at teir halda seg ikki fáa nakrar fyrimunir av henni.
? Teir vóna uttan iva, at 30 dagar reglan fer at halda fram, so at teir kunnu arbeiða her, uttan at betala skatt, men so er dupultskattaavtalan eisini óneyðug.
? So kunnu bretskt oljufeløg senda fólk til Føroyar at arbeiða í 30 dagar og so senda nýtt fólk o.s.fr., fyri heilt at sleppa undan at betala skatt í Føroyum.
Annars sigur Karsten Hansen,at tað besta árið fekk landskassin 30-40 milliónir inn í skatti frá fremmandum oljuarbeiðarunum og tað er eisini eitt slag av pengum.
Annars minnist Karsten Hansen, at tá ið hann sat í landsstýrinum og Bárður Nielsen í andstøðu, var Bárður Nielsen íðin at fregnast eftir hesi dupultskattaavtaluni við bretar.
? Men nú má hann so bara ásanna, at tað er ikki so lætt, sum hann kanska hugsaði, sigur Karsten Hansen.