Ì kvøld hevur sangbólkurin KATA konsert í kommunskúla aulini í Havn. Konsertin byrjar kl 20 og varar umleið ein tíma.
Sangbólkurin KATA hevur specialisera seg í at syngja fólkasangir úr eystureuropa, serliga Bulgaria.
Bulgarskur fólkatónleikur er heimskendur fyri sítt serstaka ljóð. Við skeivum takt-artum, tøttum samljómum og við einari hvassari og ótilgjørdari raddarfyrimynd, skapar hesin tónleikur eitt heilt serstakt og øðrvísi ljóðunivers.
Songkvinnur eru Katrina Petersen, Unn Paturson, Eyð Berghamar Jacobsen og Anna Maria Olsen. Rógvi á Rógvu verður við á trummum.
Allar eru tær virknar sum solistar í ymiskum høpum, og hava nógvar royndir innan kórheimin.