Nýggi landspartaforsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, vil hava størri fólksligan stuðul, áðrenn fullveldi verður lýst.
– Enn hava vit ikki ta neyðugu styrkina og undirtøkuna fyri at lýsa Katalonia sum fullveldi við sitandi tingi, segði Puigdemont í fyrstu sjónvarpssamrøðu síni, eftir at hann hevði tikið við embætinum.
Hann lovaði í setanarrøðu síni í vikuni, at Katalonia skal skipa sínar egnu stovnar – alt í tráð við ta fullveldisætlanina, ið er løgd, og sum hevur til endamáls at loysa frá Spania um hálvtannað ár.
Men hóast katalanska loysingarrørslan hevur meirilutan í landspartatinginum, hóast hon bara fekk helvtina av atkvøðunum á valinum, hevur Puigdemont ongan hug til at misbrúka hesa støðu.
– Vit fara ikki einsíðugt at lýsa katalonsku loysingina frá Spania, tí til tað tørvar okkum størri stuðul og undirtøku í fólkinum, sigur hann.
Meiningakanningar vísa, at flestu av teimum 7,5 milliónum íbúgvunum í Katalonia vilja verða verandi partur av Spania, men samstundis ynskja munandi størri sjálvstýri í ríkinum.