Kathrina 25 ára starvsdag

Kathrina hevur verið í starvi á stovninum frá fyrsta degi

Týsdagin fekk Kathrina G. Joensen blómutyssi og armbandsur í sambandi við hennara 25 ára starvsdag í dagstovninum á Lítlafløtti.

 

Leiðarin Sóleyð D. Joensen handaði henni hetta á starvsfólkafundi. Sóleyð og borgarstjórin, Artur Johansen, hildu eisini røður fyri Kathrinu.

 

Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu verður soleiðis greitt frá:

 

Í samfull 25 ár hevur Kathrina G. Joensen arbeitt við børnum í Sjóvar kommunu. Hon byrjaði sum dagrøktari tann 1. februar 1997 og helt fram í hesum starvi til dagrøktin bleiv niðurløgd í november 2006. 

 

Tann 6. november 2006 lat dagstovnurin Lítlifløttur upp, og Kathrina hevur frá fyrsta degi verið í starvi sum hjálparfólk á stovninum.

 

Kathrina hevur arbeitt við flestu aldursbólkum, bæði í dagrøktini og á Lítlafløtti. Seinastu árini hevur hon arbeitt í vøggustovu.

 

Kathrina er álítandi, arbeiðssom, nærverandi og pliktuppfyllandi. Hon er altíð blíð og fyrikomandi og dugir sera væl at taka sær av børnunum. Eisini er hon ein sera góður starvsfelagi.

 

- Vit takka Kathrinu fyri hennara innsats øll hesi 25 árini hon hevur starvast hjá okkum og ynskja henni hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum og alt tað besta í framtíðini. Vit vóna sjálvandi, at hon kann halda fram við sínum gerningi á Lítlafløtti í nógv ár afturat, verður sagt í skrivi á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.