Hóskvøldið 19. mars kl. 20 hevur bólkurin KATLA konsert á Staðnum í Vestmanna. KATLA er bólkur við royndum tónleikarum. Hóast KATLA bert hevur verið til í eitt gott ár, kenna tónleikararnir sera væl hvønn annan, og hava teir spælt nógv saman gjøgnum árini. Magnus Johannessen/klaver og Rógvi á Rógvu/trummur spældu saman, longu tá teir vóru dreingir. Edvard Nyholm Debess/kontrabass hevur so eisini spælt saman við báðum í nógvum ymiskum samanhangum seinastu mongu árini. Ólavur Olsen/trompet hava teir allir eisini spælt saman við í nógvum ymiskum høpum.
Í bólkinum KATLA spæla hesir fýra tónleik, sum Magnus Johannessen hevur skrivað.
Hetta er melodiskur tónleikur, sum er í ætt við jazz-, fólka- og worldtónleik, og okkurt av løgunum havur enntá okkurt gospelkent yvir sær.
Teir hava í eitt heilt ár spælt fast á Hvonn í Havn, og fjepparaskarin bert økist.
KATLA fer fyrst í apríl í studio at spæla inn sína fyrstu fløgu, og í hesum sambandi hava tónleikararnir vant nógv saman seinastu tíðina.