Katrin Klæmintsdóttir hevur í Økistænastuni í Sandoynni í tilsamans 16 ár.
Nú hon gott og væl er farin um tey 67 árini, hevur hon valt at gevast.
- Skerið í Skopun gjørdist staðið, har hon var longst í starvi, vita tey í Skálavíkar kommunu at siga.
Í vikuni var fráfaringarløta fyri Katrini á sambýlinum Skerinum í Skopun, og her fekk hon bæði gávur og takkarorð fyri starvstíðina.
##med2##
- Vit í Skálavíkar kommunu gleðast um, at Katrin Klæmintsdóttir hevur tænt Økistænastuni í Sandoynni so væl og so leingi
Í Skálavíkar kommunu siga tey, at Katrin sjálv eigur myndina omanfyri, her hon er saman við familju síni.
##med3##