Katrin Olsen og Juliane Elander hava í morgun tryggjað sær rættin at taka lut í hálvfinaluni í kappróðri í OL.
Umborð á danska bátinum, Alexandra I, endaðu tær á næstfremsta plássinum - eina hálva bátslongd aftanfyri kinesiska bátin, sum vann.
Tveir teir fremstu bátarnir róðu seg beinleiðis í hálvfinaluna.
Katrin Olsen og Juliane Elander løgdu eitt sindur varðliga fyri á 2000 metra teininum. Kinesiski og japanski báturin løgdu ógvusliga fyri. Fyrra partin av teininum var kinesiski báturin væl fremstur og japanski báturin var klárt næstfremstur.
Katrin Olsen og makkarin tóktust róligar, tær høvdu gott áralag og hildu seg væl til løgdu ætlanina.
Eftir fyrru 1000 metrarnar fór munurin fram til japanska bátin at minka, á 1500 metra málinum var munurin lítil, og so fór Alexandra I í hvørjum taki upp á síðuna av og framvið japanska bátinum.
Á málinum var munurin fram til kinesiska bátin ein hálvbátslongd, meðan tað var leyst aftur til japanska bátin. Harvið høvdu Katrin Olsen og Juliane Elander tryggjað sær luttøku í hálvfinaluni.
Føroyska tjóðin ynskir tillukku, og vit fylgja øll væl við, hvussu tað fer at ganga hjá Katrini, Juliane og Alexandre I.
Hálvfinalan verður hósdagin, og finalan verður sunnudagin um eina viku.
Úrslitið
Kina 6.57.58
Danmark 6.58.63
Japan 7.05.67
Cuba 7.13.35
Suðurkorea 7.39.70