Katrin er í Kina

Sunnudagin komu Katrin Olsen, Julianne Elander og báturin »Alexandra« til Kina. Og sambært Katrini skal man líka venja seg við øðrvísi umstøðurnar

Fríggjadagin verða Olympisku leikirnir í Beijing settir, og føroyska umboðanin millum íðkararnar er komin til kinesiska høvuðsstaðin.

– Her er heitt og slavið, men tað hevur ikki ávirkað okkum nakað serligt, letur Katrin Olsen frætta úr Kina. Hóast hetta er fyrsta ferðin, at Katrin Olsen er í Kina, so hevur hon verið í fjareystri áður. Í 2005 var hon partur av dupultfýraranum í lættvekt, sum vann silvur í heimsmeistarakappingini í Japan. Men Kina er heilt øðrvísi, heldur Katrin Olsen.


Lata væl at venjing

Tað var annars sunnudagin, at Katrin og tey komu upp á pláss. Fleiri vóru merkt av drúgvu ferðini, men Julianne og Katrin báðar lata bara væl at. Eisini at venjingin, sum var í gjár.

Hon og Julianne Elander vandu í báti teirra, sum herfyri varð dóptur »Alexandra«. Árarnar og onkur onnur smáting skuldu líka rættast til, men annars gekk sum eftir ánni hjá teimum, letur Katrin at.

Sambært Katrini er rógvibanin góður. Hann liggur nakað uttanfyri Beijing, og einar tríggjar kilometrar frá hotellinum, har Katrin Olsen og Julianne Elander búgva. Øki, har hotellið hjá teimum er, verður rópt Dragon Villas, og er talan um eitt gott stað.


Hermenn allastaðni

Sermerkt er tó, at á økinum er ein rúgva av herkløddum monnum, sum annaðhvørt standa upprættir og pinnastillir, ella koma marsjerandi. Trygdareftirlitið er eisini øgiligt. Bæði á hotellinum og við venjingarøkið skulu ryggsekkir og annað viðføri skannast, umframt at øll skulu ígjøgnum ein metaldetektor.

– Júst sum vit kenna tað á flogvøllinum, flennir Katrin, sum saman við hin eisini skal vísa serstøk loyvi fyri hermonnunum, áðrenn tey sleppa at venja. Trygdin verður ikki minni næstu dagarnar, nú setanin nærkast. Men tað er bara at fegnast um, og tað ger Katrin eisini.

– OL er ikki byrjað enn, men tað er longu nú super feitt at vera til OL, sigur Katrin Olsen.


Myndatekstir:

Trygdareftirlitið er stórt við leikirnar, og til hvørja venjing skal alt ígjønum ein metaldetektor


– OL er ikki byrjað enn, men tað er longu nú super feitt at vera til OL, sigur Katrin Olsen