Katrin fekk rós

Uppskotið hjá Katrin Dahl Jacobsen um at styrkja reglurnar móti kynsligum ágangi fekk rós frá øllum flokkum undir fyrstu viðgerð

Tað var breið undirtøka frá øllum flokkum á løgtingi, tá uppskotið hjá Katrin Dahl Jacobsen um at leingja fyrningarfreistina og at stykja reglurnar móti kynsligum ágangi var til fyrstu viðgerðar í tinginum týsdagin.

Katrin Dahl Jacobsen mælir til at seta í gildi við kongaligari fyriskipan eina broyting, sum danska fólkatingið hevur gjørt í revslilógini, ið skal styrkja møguleikarnar hjá kynsliga misnýttum at fáa tey, ið hava fram ágangin dømd.

Uppskotið mælir til, at fyrningarfreistin verður fyri kynsliga misnýtslu verður longd, so tann órættaði kann melda ágangin líka til hann er fyltur 28 ár. Fyrningarfreistin skal nevniliga vera 10 ár frá tí degi persónurin er fyltur 18 ár, hóast ágangurin møguliga er framdur, tá perónsónurin var 7 ár.

Katrin Dahl Jacobsen mælir eisini til at banna barnaporo. Galdandi lóggáva í Føroyum sigur einki um, at tað er forboðið at eiga barnapornografiskt tilfar í Føroyum.

Men verður uppskotið hjá Katrin Dahl Jacobsen samtykt og ríkislógartilmælið sett í gildi fyri Føroyar, verður tað revsivert at liggja inni við barnaporno.

Uppskotið er nú beint í rættarnevndina. Og eftir orðaskiftinum at døma, verður uppskotið samtykt, tá tað kemur til aðru viðgerðar.