Katrin Jacobæus er fysioterapeutur og arbeiðir við at bøta um viðurskiftini hjá fólki við diagnosuni cerebrai parese (áður nevnt spastiskt lammilsi) í Føroyum. Hon fær nú viðurkenning fyri arbeiði sítt við Helene Elsass Viðrislønini upp á 150.000 krónur.
Helene Elsass virðislønin er stovnað av Elsass Fonden og CP Danmark og verður latin persóni, sum hevur gjørt serligt átak fyri fólk við cerebral parese (CP).
Tað var H. K. H. Benedikte Prinsessa, sum er verji hjá Elsass Fonden, sum handaði Katrin Jacobæus virðislønina.
Í Sosialinum, sum kemur út um vikuskiftið, verður ein reportasja frá tiltakinum, og vit hava eisini longri samrøðu við Katrin Jacobæus.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##