Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, fyllir 50 ár í dag. Katrin Kallsberg varð fyrstu ferð vald á ting við valið 1. september í 2015. Síðani hevur hon havt sæti á tingið og verið forkvinna í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum.
Katrin Kallsberg varð borin í heim 30. juli í 1967. Foreldur hennara eru Kaj og Olga Kallsberg, og eigur tingkvinnan tvey børn, Sólju og Brand Kallsberg.
Umframt at vera tingkvinna er Katrin Kallsberg serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp. Katrin Kallsberg hevur verið forkvinna í Javnstøðunevndini, umframt at hon er virkin sum sjálvboðin í Krabbameinsfelagnum.
Katrin Kallsberg er fødd í Danmark og búði fyrstu 6 árini av lívinum har. Hon eri uppvaksin í Havn og á Eiði.