Katrin er fødd og uppvaksin í Kaldbak, men ættarbond hennara eru í Kvívík, haðan bæði foreldur hennara vóru. Pápin var Kristian Ludvig Petersen og mamman Elsebeth Malena f. Hansen. Kristian Ludvig fór blaðungur við einum pápabeiggja til Kanada og búði har í nøkur ár saman við íslendskum niðursetum. Hann var m.a. við í kanadiska herinum undir fyrra heimsbardaga. Katrin var bara 3 ára gomul, tá ið hon misti pápan. Eftir sat Elsebeth Malena einkja við 6 børnum og garði at røkja. Við ótrúligum seiggi, lívstreysti og arbeiðsevnum megnaði hon hóast henda svára miss at halda fram, og øll børnini komu væl undan. Elsebeth Malena røkk høgan aldur var næstan 97 ára gomul, tá ið hon doyði í 1998 og hon var allar sínar dagar ein sannur savningardepil hjá børnum og barnabørnum og familjum teirra.
Áðrenn Katrin fór á Føroya læraraskúla í 1954, hevði hon havt húspláss og hevði eisini staðið í handli í Kvívík. Í læraraskúlatíðini rann saman millum hana og Ólav Michelsen úr Øravík. Tey giftust í 1957 og luku bæði læraraprógv í 1958. Tað fyrsta árið starvaðust tey hvør á sínum stað, Katrin í Kaldbak og Ólavur í Fámjin og á Toftum. Í 1959 fingu bæði starv við Santa Frans skúla og har starvaðist Katrin, til hon í 1964 gjørdist lærari við Tórshavnar kommunuskúla og arbeiddi har uttan slit, til hon við árslok í 1996 fór úr starvi.
Ein dyggur smeitur og ómetaliga stór sorg var tað fyri Katrina og døturnar, tá ið elskaði maður og pápi teirra, Ólavur, so brádliga doyði 1. mai 1978, á sjálvum føðingardegi Katrinar. Síðan tá hevur tað hjá Katrini kenst sum um sorg og gleði á hesum degi møtast og um enn trekliga taka lógvatak saman og eins og vilja siga hvør øðrum, at í lívinum eru vit noydd at viðurkenna, at bæði eru til og ein partur at lívsins grundkorum. So ræður bara um at lata ljósið frá gleðini vera sterkari enn teir skuggar, sum sorgin kastar. Katrin var øll árini Ólavi ein dyggur stuðul, og uttan hennara stuðul hevði hann ongantíð fingið avrikað alt tað, sum hann legði eftir seg sum blaðstjóri, politikari, høvundur og lærari.
Katrin hevur øll árini arbeitt fulla tíð, og burðarfarloyvi var at siga ókent fyribrigdi tey árini, tá ið hon átti børn. Fáar vikur eftir at hon hevði átt, var hon aftur til arbeiðis, so arbeiðsviljin og orkan hava verið ómetaliga stór og hava verið eitt eyðkenni fyri Katrina. Og væl lá fyri at vera lærari, og tað eyðkendi hana, at hon var nærløgd fakliga, og serliga føroyskt og søga vóru hennara yndislærugreinir. Hon gekk sera høgt uppí, at næmingarnir trivust og høvdu tað gott bæði í skúlanum og uttan fyri skúlan, og mong, sum hava havt hana sum flokslærara, munnu minnast aftur á árligu útferðirnar til Kaldbaks. Tað vóru minniligir túrar, sum Katrin og næmingarnir høvdu stóra gleði av.
Blíðskapur og gestablídni hava altíð eyðkent Katrina, og mong eru tey, sum gjøgnum árini hava sitið væl heima hjá henni.
Hóast Katrin í dag verður sjeyti, so er hon virkin og skipar fyri enn sum áður. Mong sita nú um borðið hátíðardagar, tá ið hon hevur gjørt eina av sínum eyðkendu og góðu máltíðum. Tey seinastu árini hevur Katrin upplivað ta gleði at fáa allar døtur sínar heimaftur, eftir at tær hava búð uttanlands í mong ár. Hon fegnast um hetta og gongur høgt uppí at vitja og fáa vitjan, og mangar hugnaligar og kjakfyltar løtur rundan um borðið í hugnaligu stovu hennara, har øll familjan er savnað, seta sín dám á gerandisdagin hjá henni.
Vit døtur, dótturmenn og ommubørn ynskja tær, góða mamma og omma, hjartaliga til lukku á hesum runda degi tínum og ynskja tær alt gott í árunum, sum koma.