Ein 27 ára gamal maður doyði, tá hann fór at kava heima á Sandi í gjár Ein ungur maður doyði brádliga seinnapartin í gjár, tá hann saman við øðrum fór út at kava á Lónni á Sandi.
Maðurin var longu lívleysur, áðrenn hann var komin undir.
Løgreglan sigur sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum, at tann 27 ára gamli maðurin hevði vassað nakað út, men var ikki undir vatninum, tá ið hinir báðir sum vóru við brádliga sóu, at hann var lívleysur.
Enn er ikki staðfest, hví maðurin brádliga doyði.