- Fyrst skal eg takka Landsverk fyri teirra megnar arbeiðið og teimun starvsfólkum sum halda landsvegirnar.
Tað sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, sum býr á Velbastað. Men, samstundis sum hann sigur hetta, staðfestir hann eisini, at kavaruddingin langt frá er nøktandi í mun til tað, sum plagar at vera.
- Undir Steinavarða er sera illa grivið, eitt spor og einki møtipláss. So illa plagar tað ikki at vera frágingið. Uppi á plenuni er Velbastaðvegurin sera illa frágingin. Har kunnu tveir bilar illa nokk møtast. Soleiðis plagar tað heldur ikki at vera frágingið.
Annfinn Brekkstein, býráðslimur, sum eisini hevur lagt viðheftu mynd út á sína Facebook-síðu, heldur, at hetta eigur at kunna gerast betri.
Ein viðmerkjari á tráðnum hjá býráðsliminum sigur seg vera so púra samdan við býráðslimin.
- Eg eri so púra samd við tær. Sama skil er við vegnum til Syðradals. Men, tad eru nýggj og ókend starvsfólk hjá Landsverk, sum hava kavaruddingina um hendi í dag. Tey kenna ikki vegin og vita ikki, hvar víkiplássini eru, sigur viðmerkjarin.