Kavaveðrið heldur fram

Næstu dagarnar verður eisini kavaavfall og kalt

Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið við kulda og kava heldur fram næstu dagarnar.

DMI sigur, at í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s av eystri, í løtum upp í 15 m/s. Skiftandi skýrák við kava- ella vátakavaælum, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Um náttina niður í 4 kuldastig.

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s av eystri, sum út á dagin mikar niður í 5-10 m/s av eystri og landsynningi. Leygarnáttina aftur meira vindur, 8-13 m/s. Skýggjað og kava- ella vátakavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig.

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s av eystri og landsynningi. Skýggjað og kava- ella vátakavaæl. Hitin millum 1 og 4 hitastig, um náttina niður 4 kuldastig.