Kavi og kalt alla vikuna

Køld luft við vetrarælum streymar komandi dagarnar inn yvir Føroyar av norðri.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av útnyrðingi og norðri. Alt samdøgrið verður samdrigið og hitin millum 3 kuldastig og 1 hitastig.

 

Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til gul, 2 til 6 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin alt døgnið millum 1 hitastig og 3 kuldastig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av eystri og norðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 3 hitastig, í støðum enn kaldari.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin um dagin um 3 stig. Um náttina makar hann vindin niður í eitt lot av norðri, undir 6 m/s og hitin fellur til 3 kuldastig, í støðum enn kaldari.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, og tað verður regn av vestri. Hitin veksur upp í 4 til 6 stig.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, og regn, seinni snarar hann í ein vestan og klárar í. Tó verður okkurt ælið. Um náttina makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 6 stig.