Kavin forðar fótbóltinum

Eingin toppdystur verður í Klaksvík ídag

Teir royndu at rudda vøllin í gjár, og teir hava aftur grivið í morgun.

Kortini er tað nú greitt, at tað ikki ber til at spæla fótbólt í Klaksvík í dag.

 

Sambært skránni skuldu KÍ og EBS/Skála kvinnurnar spælt toppdyst nú klokkan 13. Hetta verður av ongum. Dysturin er útsettur, tí tað ber ikki til at spæla fótbólt á vøllinum orsaka av kava og hálku.