Eitt kált rák av norðri við vátaslettingi og kavaælum liggur yvir okkum, men í dag og í morgin fer eitt lítið lágtrýst framvið av vestri. Síðani leggur hetta kalda rákið seg aftur yvir okkum, aftur við vátaslettingi og kavaælum.
Veðrið í dag
Lot til gul av útnyrðingi, seinni ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt kava- ella vátalsettingsæl, men út á dagin meiri avfall, mest sum kavi og vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 3 kuldastig og 2 hitastig. Í nátt gul til stívt andøvsgul av høgætt, millum landnyrðing og útnyrðing, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum avfall, mest sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og kavaæl, seinni møguliga onkur sólglotti. Hitin um dagin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum minkar út á náttina. Samdrigið og okkurt hendinga kavaæl. Hitin um dagin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og 1 hitastig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men okkurt hendinga kavaæl. Hitin um dagin millum 2 kuldastig og 2 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig, í støðum kaldari.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, um náttina veksur hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt kavaæl. Hitin alt samdøgrið millum 4 kuldastig og 2 hitastig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s, samdrigið og kavi í støðum. Hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.