Kawasaki ársins MC 2011

Felagsskapurin Danske Motorcykel Journalister hevur kosið nýggju motorsúkkluna Kawasaki Z1000SX sum ársins motorsúkklu í Danamrk 2011.

Hetta er fyrstu ferð at ein Kawasaki fær hendan heiður í Danmark. Tilsamans 17 ymiskar motorsúkklur kappaðust um hendan heiður á Jyllands-Ringinum.


Ein av grundgevingunum fyri at geva Kawasaki Z1000SX hendan heiður er, at hon er tann perfekta motorsúkklan til bæði býkoyring og til longri túrar. Í Føroyum er tað MC-Sølan, sum umboðar Kawasaki.