Í Havn munnu mong kenna hann frá tíðina, tá hann starvaðist sum prentari í býnum.
Hann var giftur við Jonnu, elstu dóttir Helgu og Jóhan Godtfred í Vági. Tey búsettust í Husum í Keypmannahavn og fingu børnini Vinnie, Frank og Boga.
Keld varð føddur í Keypmannahavn og lærdi til typograf. Í mong ár starvaðist hann á Politiken, og Jonna hevði starv í danska postverkinum. Í 1975 fluttu tey til Føroya. Keld arbeiddi sum prentari á Dagblaðnum, 14. September og Sosialinum, og eitt skifti hevði hann prentsmiðju saman við einum øðrum. Eisini í Føroyum arbeiddi Jonna á Postverkinum.
Fyri 12 árum síðani fluttu tey aftur til Danmarkar og búsettust í Ålborg. Tey seinastu árini hevur Keld ikki livað væl.