Á heimasíðuni hjá heimskenda tónleikabólkinum The Beatles eru eini heldur forvitnislig boð.
Har stendur snakað soleiðis: Gott er í væntu hjá teimum, ið hava tol at bíða.
Og so er ein klokka, ið telur niður til í morgin.
Ilt er at siga, hvat skal leggjast í hesi boð, men spennandi er í hvussu er at fylgja við.
The Beatles gavst sum bólkur í 1970, og í dag eru bert Paul McCartney og Ringo Star eftir á lívi av teimum fýra, ið mannaðu bólkin.
##med2##












