Í kvøld er livandi tónleikur á skránni í føroysku barrini í Keypmannahavn. Kristel Lisberg, Uni Debess, Tróndur Enni og Pætur við Keldu standa fyri undirhaldinum.
Tað er í kvøld, at Skarv verður karmur um eina øðrvísi samanseting av føroyskum tónleikarum. Hesaferð eru tað fleiri kendir føroyskir tónleikarar, sum hava sligið seg saman við Kristel Lisberg, sum vit eitt nú kenna frá ársins X-Factor.
Í Keypmannahavn er eisini ræstkjøtaveitsla á skránni í kvøld í Føroyahúsinum, har eitt nú Finnur Jensen og Sjúrður Skaale standa fyri undirhaldinum.
Úr Skarv verður sagt, at Kristel Lisberg syngur, Uni Debess syngur, spælir guitar og munnharpu, Tróndur Enni syngur og spælir bass, og Pætur við Keldu syngur og spælir keyboard. Haraftrat verður føroyski DJ Afrokid.
Tónleikararnir byrja kl. 02 í Skarv og enda kl. 06.