Fríggjadagin klokkan 14.10 kappast kendar fyritøkur úr Klaksvík og úr Havn í Firmakappingini hjá FM1.
Fyritøkurnar sum skulu royna seg í spurnarkappingini hjá FM1 eru TTS úr Klaksvík og P/F Svend Krosstein úr Havn.
Uppgerðin verður millum klokkan 14.10 og klokkan 14.30 fríggjadagin.
Kappast verður annars soleiðis í øðrum umfari:
31. januar: Sjónám (Klaksvík) - TRYGD (Tórshavn)
7. februar: Bygma Balslev (Hoyvík) - P/F Kaj Andreasen (Hoyvík)
14. februar: MAGN (Tórshavn) - SPEKT (Tórshavn)
21. februar: Faroe Express (Tórshavn) - MRCC (Tórshavn)
21. februar verður lutakast um hvør skal møtast í undanhálvfinalunum og hálvfinalunum.
28. februar verða tvær undan-hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30.
6. mars verða tvær hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30.
FINALAN verður fríggjadagin 13. mars klokkan 14.10.
Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.