Kendist væl hjá Arnbirni at verða við aftur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Arnbjørn Hansen kundi fegnast um sín fyrsta dyst í ár, um enn hann ikki kundi fegnast um úrslitið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við áleyparan Arnbjørn Hansen, sum á fyrsta sinni í ár var at síggja á vølli í dysti fyri HB. 

 

Arnbjørn Hansen er glaður um at verða við aftur aftaná so langa tíð, men samstundis er Arnbjørn minni glaður um tapið og leikliga avrikið.

 

Arnbjørn Hansen heldur, at HB skapti ov lítið, og so fóru teir at gúppa, og hann heldur ikki, at tað er ein stílur, sum liggur til eitt lið, sum HB. Nú er eitt glopp hjá HB upp til B36, sum teir tó møta í komandi umfari, og tá hava teir møguleikan at minka um tað gloppið.