Kendur bátasmiður á Fornminnissavnið

Amboð og lutir hjá kenda bátasmiðinum, Niclasi í Koltri, eru nú komin á Føroya Fornminnissavn. Niclas Í Koltri, sum livdi frá 1909 til 1991 var okkara kendasti bátasmiður í farnu øld. Hann var eisini kendur í útlondum fyri sítt framúr góða handverk og nærlagni og nú hevur sonur hansara so latið Fornminnissavninum øll amboð og allar lutir, sum hoyrdu til bátasmiðjuna.

Fornminnissavnið sigur í tíðindaskrivi, at Millum hesar gripir eru mátistokkar, sveittakista, hvørvisteinur, plógbenkur, høvlar og øksir, knívar, klombur og í flestu førum er talan um amboð, ið Niclas í Koltri sjálvur hevur evnað til. Tað eru eisini amboðskassar og ?kistur við útgerð.

Niclas í Koltri smíðaði eisini nógvar kappróðrarbátar. Skabelónirnar til teir eru eisini komnar á Fornminnissavnið.

Niclas gjørdi eisini børnunum modelskip at spæla við til í hylinum úti í Koltri, Eiðisdammi nevndur. Níggju av hesum skipum eru eftir og tey eru eisini latin savninum.

Allir gripirnir verða nú reinsaðir og skrásettir og seinni verða teir sýndir fram.