Politiið fekk fráboðanina um vanlukkuna klokkan 16.24 fríggjadagin, at tveir bilar vórðu stoyttir saman í Kollafjarðardali.
Óhappið hendi sunnan fyri brúnna um Dalá.
Í øðrum bilinum vóru tvey fólk, í hinum fýra.
Ein 21 ára gomul kvinnan koyrdi annan bilin, og onkursvegna hevur hon mist tamarhaldið á bilinum, sum fór runt. Hon var sjálvonnur í bilinum.
Hon fekk so álvarsligar løstir, at hon doyði stutt eftir.
Ein í hinum bilinum varð lagdur inn á Landssjúkrahúsið til kanningar, tí hann hevði sligið høvdið í og gramdi seg um pínu.
Ferðslan var nógv, tá ið vanlukkan hendi, tí arbeiðsdagurin var júst av hjá teimum flestu.
Neyðugt varð at steingja vegin fyri allari ferðslu, og tey, sum ikki høvdu stundir at bíða, noyddust á Oyggjarvegin. Har var næstan ikki koyrandi fyri hálku, og politiið heitti tí á Landsverk um at fara niðan at salta. So varð gjørt.
Hin vegurin var stongdur hálvan annan tíma.