Kennast ikki við sín egna fiskivinnupolitikk

Vit kunnu av røttum spyrja, um vinstra veit, hvat høgra ger í landsstýrinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen.

Í síðstu viku var tað frið­ing­in á landleiðini, sum var sett úr gildi, uttan at løg­mað­ur visti av tí. Nú eru tað tey rull­andi fiski­loyvini, sum skulu halda fram eftir 2018.
Og løgmaður sigur, at tað var gegn­ið hjá Jákup Mikk­el­sen, sum gjørdi, at hann gav honum fótin. Ikki pol­itiska arbeiðslagið, tí »hann var ein dugn­­a­lig­ur lands­stýr­­is­mað­ur, sum eg havi stóra re­­spekt fyri«, seg­ði løg­mað­ur.
Vit meina tað...
Nú er tað Kári Post, sum er far­in at ress­ast. Hon­um hóv­ar held­ur ikki fiski­vinnu­pol­i­­tikk­in hjá Fólkaflokkinum, sum er fiski­vinnu­pol­i­tikk­ur­in hjá lands­stýri­num, um gamla Sjálvs­týr­ið og Sam­band­ið vilja tað ella ikki.
Men Sjálvstýrisflokkurin tek­ur al­t­so frá­støðu frá upp­­skoti­num, um eina 12 ára rull­andi loyv­is­skip­an. Kári Post sig­ur, at hon var ikki kend, áðr­enn hon varð kunn­­gjørd í miðlu­num.
– Sjálvstýrisflokkurin hev­­ur ikki ver­ið við til at við­­gjørt upp­skot­ið, sum í­­móti van­­lig­­ari sið­venju, er sent Fisk­i­­vinnu­­ráð­­num og fel­­a­g­­num Pen­­ing­­­a­­stovn­­um til hoyr­­ingar, uttan at sam­gongu­­fel­ag­ar ella lands­stýr­ið á nakr­an hátt er kunn­að. Tí má upp­skotið standa fyri egna rokn­ing frá­­farna lands­­stýr­­is­mans­­ins í fisk­i­vinnu­mál­­um, sig­­ur Kári Post í tíð­ind­a­skrivi.