Kennist nakar við menninar?

Myndin er tikin við Høgaból í Runavík. Vit síggja strandfaraskipið Ruth fara frá landi á Høgabóli ein vetrardag.

Ruth var ein av sonevndu mjólkabátunum hjá Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik.

Ruth varð keyptur úr Noreg í 1905 og sigldi sum strandfaraskip til 1926, tá hann varð skiftur út við tann fyrsta Trónd, sum eisini varð keyptur úr Noreg.

Um onkur veit hvørjir mennirnir á myndini eru, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Álv Danielsen á tel 565783 / 321291.