Vindeygað, sum Lee Harvey Oswald stóð í, tá hann skjeyt John F. Kennedy, forseta er nú til sølu.
Í tólv ár hevur vindeygað staðið á einum savni í Dallas, har John F. Kennedy varð skotin fyri meiri enn 43 árum síðani, men herfyri kom eigarin, Caruth Byrd, eftir tí, og nú hevur hann sett tað á uppboðssølu, skrivar blaðið Houston Chronicle.
Pápi Caruth Byrd átti bygningin, sum Lee Harvey Oswald var í, tá hann skjeyt Kennedy, og nakrar vikur aftan á morðið gjørdi hann av at taka vindeygað úr, tí onkur hevði brotið eitt petti av tí. Í fleiri ár goymdi hann vindeygað heima við hús, til hann í 1997 játtaði at lata eitt savn í Dallas sýna tað fram.
Caruth Byrd sigur við Houston Chronicle, at pengarnir, sum hann fær fyri vindeygað, fara til okkurt vælgerandi endamál. Hann hevði sett minstaboðið til 100.000 dollarar, men í gjár var boðið farið upp um tríggjar mió. dollarar.
Tað eru ikki øll, sum halda, at talan veruliga er um tað vindeygað, sum Lee Harvey Oswald stóð í, tá hann myrdi Kennedy. Summi siga, at tað upprunaliga vindeygað varð skift út nøkur ár aftan á morðið, og at eingin veit, hvar tað er.