Ketturnar ríka mitt lív

- Ketturnar geva mær nógv og hava veruliga ríkað mítt lív. Tær hava knýtt seg til mín, men líka so tætt havi eg knýtt meg til tær. Tað sigur Joan Jacobsen, sum er kettualari og sjálv eigur seks kettur av slagnum norsk skovkat. – Ketturnar fylla ómetaliga nógv í mínum lívi, sigur Joan Jacobsen, sum eisini luttekur í ymsum kappingum við kettunum, har tær klára seg framúr væl

Nakað burturi frá býnum Hvide Sande, sum liggur tætt við Ringkøbing í Danmark, býr Joan Jacobsen saman við manni sínum. Og teirra seks stóra kettum, sum eru av slagnum norsk skovkat.

Seinastu 10 árini hevur Joan Jacobsen verið kettualari. Tað vil siga, hon alir kettur til onnur fólk, ið ynskja eina rasukettu sum húsdjór ella til víðari aling.

- Ketturnar skulu vera hundrað prosent rasukettur, og tí gangi eg eisini høgt upp í, at tær hava eina ættartalvu, har í minsta lagi fýra ættarlið av kettum eru á, sigur Joan Jacobsen, sum er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Síðani síðst í 90unum hava hon og maðurin búð í Hvide Sande, sum liggur á Jyllandi. Og tað var eisini her, at kettuævintýrið hjá Joan Jacobsen byrjaði.

- Tá vóru børnini hjá okkum vaksin, og vit høvdu líkasum yvirskot til at taka okkum av eini kettu aftur. At tað so skuldi blíva til tað kettulívið, tað er blivið til, hevði eg ongantíð trúð, men mær dámar tað ótrúliga væl, sigur Joan Jacobsen.

Kettu ístaðin fyri flogferð

Joan Jacobsen hevur altíð verið hugtikin og áhugað í kettum.

- Sum barn í Klaksvík plagdi eg at banka upp á dyrnar hjá fólki, sum áttu kettlingar, og so spurdi eg, um eg kundi lána teir eina løtu. So trillaði eg kettlingarnar í dukkuvogni og royndi viðhvørt at lata teir í klæðir og so framvegis, fortelur Joan Jacobsen, ímeðan hon flennir og heldur fram:

- Í barnaheimi mínum høvdu vit kettu í tveimum umførum, men tað var hetta her við, at tær fingu kettlingar í tíð og ótíð, og so máttu teir avlívast, og tað var ikki so stuttligt. So foreldur míni valdu at steðga at hava kettu, greiðir Joan Jacobsen frá.

Ikki fyrr enn hon var vaksin, hevði fingið mann og børn, fingu tey sær kettu aftur.

- Fyrstu kettuna av slagnum norsk skovkat fekk eg í 2003. Áðrenn tað høvdu vit havt eina vanliga, lítla kettu, men hon bleiv yvirkoyrd og mátti avlívast. Saknurin var so mikið stórur aftaná, at eg var simpilthen noydd at fáa mær eina kettu aftur. Og tað bleiv so til eina kettu av slagnum norsk skovkat, sigur Joan Jacobsen.

Kettlingin fann hon á netinum, og tá hon fór til fólkini, sum seldu, fekk hon ein hvøkk.

- Kettlingarnir kostaðu 4000 krónur stykkið, og tað helt eg vera rættiliga dýrt. Men har var einki at gera, eg var so forlipt í kettlinginum, at pengarnir, sum eg hevði savnað saman til eina flogferð til Føroya tær páskirnar, fóru allir til nýggju kettuna, fortelur Joan Jacobsen.

Ein bleiv til 12
Joan Jacobsen og maður hennara vóru alt fyri eitt glað fyri nýggju kettuna, og tey blivu uppaftur glaðari, tá Joan brádliga fekk eina innbjóðing til at luttaka í eini kettuframsýning.

- Eg lat meg yvirtala og fór við á hesa kettuframsýningina, uttan veruliga at vita, hvat tað var. Kettan vann framsýningina, og eg helt tað var heilt fantastiskt, at fleiri dómarar og onnur høvdu so nógv positivt at siga um mína kettu. Upplivingin var framúr góð, eg kom í samband við nógv fólk, sá nógvar ymsar kettur og sum heild var tað bara ótrúliga áhugavert, sigur Joan Jacobsen.

Umleið eitt ár seinni keypti hon eina aðra kettu og síðani ein frens. Bæði eisini norsk skovkat.

- Vit fingu kettlingar í fleiri umførum, og ta einu tíðina høvdu vit 12 kettur tilsamans, sum allar vóru hundrað prosent rasukettur og sum heild ógvuliga væl fyri. Eg vandi nakrar av kettunum og fór við teimum til framsýningar og aðrar kappingar, og tær kláraðu seg framúr væl, fortelur Joan Jacobsen, sum hevur fleiri steyp, medaljur og annað, sum prógva, at hennara kettur eru serstakliga væl fyri.

Hava innrættað eftir kettunum
Í dag hevur Joan Jacobsen tilsamans fimm kettur og ein frens. Av tí at hetta kettuslagið er rættiliga stórt av vøkstri er eisini neyðugt við góðum plássi í húsinum hjá Joan og manninum.

- Vit hava innrættað nøkur øki inni í húsinum, sum er serliga ætlað kettunum. Tær hava millum annað klatritræð, heingikoyggjur og onnur støð, har tær kunnu liggja í húsinum. Eisini hava vit gjørt kettunum eina stóra innhegnaða grasplenu uttan fyri húsini, soleiðis at tær ikki kunnu rýma, tá tær eru úti, fortelur Joan Jacobsen, sum tó eisini fer út um garðin við onkrum kettum.

- Eg havi vant nakrar av kettunum við at ganga í sela, so onkuntíð gangi eg ein lítlan túr við onkrari kettu, júst eins og tú vildi gjørt við ein hund. Ketturnar venja seg skjótt við selan og tykjast at trívast væl, sigur Joan Jacobsen.

Í løtuni hevur hon ikki ætlanir um at fáa sær fleiri kettur.

- Tað er umráðandi, at vit ansa eftir, at flokkurini ikki verður ov stórur, tí so kunnu ketturnar gerast strongdar av hvørji aðrari, og tí haldi eg meg í fyrstu atløgu til hesar, sum eg havi nú, sigur Joan Jacobsen.

Nógv umbidnar
Ketturnar hjá Joan Jacobsen eru rættiliga populerar millum kettuvinir og fólk, sum eru áhugað í at hava rasukettur og luttaka í ymsum framsýningum og kappingum. Javnan fær hon fyrispurningar frá fólki úr eitt nú Amerika, Japan, Australia, Hollandi, Grønlandi, Noregi og Svøríki.

- Eg havi selt nakrar til eitt nú Finlands, Frakland og sjálvandi eisini her í Danmark og í Føroyum, sigur Joan Jacobsen og heldur fram:

- Mær dámar best at hitta fólkini, áðrenn tey keypa ein kettu frá mær, tí ketturnar skulu ikki fara til ein og hvønn. Eg tosi altíð leingi við fólkini, sum vilja keypa, og eg seti teimum eisini nógvar spurningar fyri at tryggja mær, at tey eru egnað at hava eina slíka kettu, sigur Joan Jacobsen, sum í fjør seldi fimm kettur. Hvør kettan kostar millum 4000 og 7000 krónur.

- Hesar ketturnar eru so ómetaliga væl fyri í allar mátar, so eg gangi úr frá, at tað er tí, at eftirspurningurin er so stórur, sigur Joan Jacobsen, sum sjálv luttekur í kappingum í eitt nú Danmark, Italia, Hollandi, Belgia og Týsklandi fleiri ferðir um árið.

- Til onkrar av kappingunum luttaka upp í 500 kettur, so tú kanst ætla, at eg eri errin, tá ein av mínum kettum klárar seg væl ella kanska enntá vinnur, sigur Joan Jacobsen.

Gera seg minni strongda
Eingin ivi er um, at ketturnar hjá Joan Jacobsen hava stóran týdning fyri hana og fylla nógv í gerandisdegnum.

- Ketturnar fylla ikki alt, tí familjan er nummar eitt, men tær liggja so heilt greitt á einum øðrum plássi, sigur Joan Jacobsen og flennir. Hon vísir á, at ketturnar hava stóra ávirkan á seg.

- Onkursvegna gera tær meg minni strongda. Tá eg hyggi í sjónvarp, koma tær og leggja seg í mín favn, og tá slappi eg fullkomiliga av. Somuleiðis er, tá eg leggi meg at sova, tí tá koma tær við mær inn í kamarið. Onkur fer undir dýnuna, onkur vil liggja oman á dýnuni, meðan ein heilt onnur vil liggja við koddan, greiðir Joan Jacobsen, sum als ikki er í iva um, at til ber at knýta sterk bond millum fólk og kettur.

- Ketta “tosar” til eitt menniskja upp á ein annan máta, enn hundur ger. Ketta merkir alt fyri eitt, um tú ert í ringum lag og kemur tá yvir til tín fyri at ugga. Tær ávirkast ótrúliga nógv av sinnalagnum hjá menniskjum, sigur Joan Jacobsen og vísir samstundis á, at í fleir førum kunnu hennara kettur tað sama, sum hundar gera.

- Eg kann spæla við tær, júst eins og tú vildi spælt við ein hund. Eg kasti eitt træpetti, og tær koma aftur til mín við tí. Eisini havi eg lært onkra av teimum at geva meir eitt “high-five”, so jú, tær eru klókar og næmar, sigur Joan Jacobsen.

Sjálv kann hon illa ímynda sær eitt lív uttan tær stóru, vøkru ketturnar.

- Eg eri heimagangandi, so eg havi tíð til at taka mær av teimum. Tað hevði ivaleyst verið einsligt her uttan ketturnar. Ikki tí, tær eru ikki erstatningur fyri nakað sum helst, men eru eitt ítriv – eitt dýrt ítriv. Men eg vil helst ikki vera ketturnar fyri uttan, sigur Joan Jacobsen.