Keyp føroyskt kjøt og garnatálg á internetinum

Um nakrar vikur verður ein heimasíða stovnað á internetinum, har tað skal bera til hjá fólki at keypa alskyns føroyskar landbúnaðarvørur

Um stutta tíð fer tað at bera til at keypa alskyns føroyskar landbúnaðarvørur á internetinum.

Tað er Símun Gullaksen, bóndi í Hattarvík, sum nú fer at stovna eina heimasíðu, har tað skal bera til at keypa alt handa slag av landbúnaðarvørum til matna.

Hann sigur, at hann veit ikki heilt, nær heimasíðan verður klár, men hann miðjar eftir, at hava hana klárað síðst í mars.

Hann hevur bílagt heimasíðunøvnini www.bunadartorgid.fo  og www.hjallurin.fo, til endamálið.

Hann sigur, at ætlanin er, at øll sum hava eina landbúnaðarvøru til sølu, skulu kunna lýsa hana til sølu á heimasíðuni.

Heimasíðan skal samstundis vera eitt felags torg hjá teimum, sum hava hug at keypa sær ein bógv úr Hattarvík, eitt tjógv úr Sumba, garnatálg úr Mykinesi, epli av Sandi, røtur úr Hoyvík, fugl úr Skúvoy, ella hvat tað skal vera av føroyskum búnaðarvørum.

Símun Gullaksen sigur, at ætlanin er nevniliga, at hendan heimasíðan skal umfata tað, sum landbúnaður í breiðastu merking, kastar av sær, eisini dunnur, gæs og annan flogfenað og fugl, harur, rabarbur og úrdráttir úr rabarbum, ella hvat tað skal vera av búnaðarvørum, bæði av djórum og úr veltum og kálum.

Hvør veitari skrásetir seg á heimasíðuni, so at tey, sum keypa altíð vita, hvaðani vøran kemur.

Men ætlanin er ikki, at hetta skal umfata fiskavørur, tí tað eru longu fleiri, sum selja fisk á netinum.

Símun Gullaksen heldur, at umframt at ein slík heimasíða kann vera eitt hent amboð at knýta samband ímillum tey, sum hava okkurt at selja, og tey, sum hava hug at keypa, heldur hann eisini at hetta kann eggja til at meiri av landbúnaðarvørunum verður gagnnýtt.

Tað er eingin loyna at nógv avroð og nógv blóð fer burtur, tí tað sigst, at tað slepst ikki av við tað.

Hinvegin ganga eisini fólk, sum gremja seg um, at tey fáa ikki tilfar til blóðpylsu og annað.

Sjálvur heldur Símun Gullaksen, at ein høvuðsorsøk til, at tað ikki verður gagnnýtt, er, at tað manglar eitt stað, at vørurnar kunnu marknaðarførast og seljast.

- Við eini slíkar heimasíðu billi eg mær inn, at tað kann verða lættari at fáa samband ímillum veitara og keypara.

Ætlanin er at taka eitt lítið ómaksgjald av tí, sum verður keypt og selt, til umsiting o.s.fr.


- Endamálið er, at tað skal bera til at fara á heimasíðuna at keypa, rinda og fáa tað leverað, sigur Símun Gullaksen.