Keypa meiri og meiri hvørja ferð

Føroyingar keypa meiri og meiri við gjaldskorti.

Tað vísir ein uppgerð, Elektron hevur gjørt fyri fyrra hálvár í ár.

Uppgerðin vísir, at miðalupphæddin, keypt verður fyri, hvørja ferð, vit brúka kortið, hækkar alsamt.

Í januar var miðalupphæddin 275,75 krónur og í juni var hon 303,43 krónur.

Yvirhøvur kvinkar miðalupphæddin fyri hvørt keyp, uppeftir alla tíðina.

- Samanborið við 2011 er mynstrið fyri kortnýtslu higartil í ár nakað stað sama.

- Kortnýtslan er lítil í januar og februar, veksur síðan i mars, minkar aftur í apríl, økist so aftur í mai og heldur sær á sama støði í juni.

Myndirnar fyri, hvussu nógv Dankort og VisaDankort, vit hava, vísa eina gongd, har ið

Dankortini verða skift út við VisaDankort, sigur Elektron.

Annars vísir uppgerðin eisini, at virt keypa alsamt meiri og meiri uttanlands.

Hetta kann bæði verða umvegis alnetið, men tað kann eisini vera, tá ið vit sjálvi eru á ferð uttanlands.

Í januar keyptu føroyingar 37100 ferðir uttanlands, men í juni keyptu vit 52.250 ferðir uttanlands.